Rit & Rák
Útgivið
3. juni 2026
Útgongur
1. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum starvsfelaga at gerast partur av okkara gerandisdegi millum bøkur, skrivstovuvøru og spøl. Vit bjóða eitt fjølbroytt starv, har tú kemur at avgreiða kundar, pakka bøkur og vørur út, hava ábyrgd av tínum egna øki í handlinum og taka lut í øllum hinum handilsuppgávunum, so sum dekoratión, Instagram og Facebook uppsløgum, tiltøkum o.s.fr.

Tú hevur antin FHS ella miðnámsprógv. Kanska hevur tú arbeitt í handli í frítíðini. Tú ert ein góður starvsfelagi við løttum sinni. Tú hevur áræði og ert fleksibul. Og tað besta er, at tú tráar eftir at menna teg í okkara bókhandli. Tú mást duga at samskifta á føroyskum og á donskum.

Vit bjóða tær:

  • Ein hugaligan og fjølbroyttan gerandisdag, har títt avrik ger mun
  • Góðir yrkismøguleikar
  • Fittar og hugagóðar starvsfelagar
  • Egið ábyrgdarøki í handlinum
  • Góðar arbeiðstíðir við vikuskiftisskipan og fleksibiliteti

Tú fært:

  • Eitt stuttligt arbeiðspláss, her allir dagar eru fjølbroyttir
  • Høvi at læra av tínum dugnaligu starvsfeløgum
  • Serkunnleika í vøru, sølu og tænastu
  • Møguleika at menna og royna skapandi hugskot
  • Eina útbúgving, sum mennir tína ábyrgdarkenslu saman við kveikjandi og stoltum arbeiðsfeløgum
  • Eitt gott støði at byggja víðari á, um tú droymir um at gerast handilsleiðari ella reka egið virki

Vil tú vita meira kast tú ringja til Rakul á telefon 256444. Umsókn skal sendast til rakul@ritograk.fo

Umsóknarfreist: 1. juli 2026

Líknandi størv

Kom í slaktaralæru í Miklagarði   Faroe Islands nýtt
3. juni 2026
Lærupláss – maskinsmiður   Faroe Islands nýtt
23. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið