Lýsing
Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum? So hevur tú her møguleikan at taka eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríið. Á útbúgvingini lærur tú um slátur og útskering av ymiskum kríatúrum. Tú lærur hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar seg til teir ymisku marknaðirnir.
Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar og Bónus handlarnar kring alt landi umframt at vit veita vørur til matstovuvinnuna. Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.
Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Ein, ið dugur at arbeiða í høgari ferð, er fyrireikað/ur uppá skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt uppí reinføri og er til reiðar at arbeiða við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
Útbúgvingin tekur upp í 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan. Sum slaktaralærlingur hjá Miklagarði verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 23 vikur deilt út yvir í lærlingatíðarskeiðið og fær hetta uppihaldið goldið.
Ert tú forvitin um eitthvørt, ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Konggaard, slaktarameistara, á telefon 233432.