RUNAVÍKAR KOMMUNA
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
14. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dagrøktin í Runavík søkir eftir dagrøktara ella eftir starvsfólkið til Barnalonina at byrja 01. januar ella eftir nærri avtalu

Í dagrøktini eru 50 børn í aldrinum 0 - 3 ár. Dagrøktin er væl skipað við spælistovu og økisnámsfrøðingi

Vit bjóða dagrøktarum

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðslu og økisnámsfrøðingi
  • Skipað tilknýti til spælistovuna

Vit vænta at dagrøktarar

  • kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • hava góðar umstøður til børnini bæði inni og uttanfyri.

Lønarviðurskifti
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ganga stigini 1 - 9. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur. Egin børn undir 3 ár, eru partur av dagrøktini.

Um eingin dagrøktari verður settur, kann starvsfólk verða sett í tíðaravmarkað starv Barnalonini

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjørg Rasmussen á tlf. 228594.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið