Lýsing
Hevur tú áhuga í at arbeiða við eldri fólki og at gera ein mun í teirra ellisárum? So er tað kanska teg, vit mangla í dagtilhaldinum Heimistova í Roðanum.
Í Heimistovu eru heimabúgvandi borgarar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu, ið hava tørv á at verða ein partur av einum felagsskapi og at fáa ein góðan og innihaldsríkan dag. Vit søkja eftir tær, ið dámar at vera saman við teimum eldru, ert nærverandi og hevur hug til at skapa hugna og tryggleika.
Heimistova er ein partur av Terapieindini, sum virkar fyri, at borgarar í Roðanum kunnu liva og luttaka í samfelagnum, og at tey kunnu búgva heima sum longst. Staðsetingin er í Eysturoyar røktar- og ellisheimi í Runavík, og tvey starvsfólk eru knýtt at dagtilhaldinum.
Terapieindin er í løtuni mannað av trimum fysioterapeutum, tveimum ergoterapeutum, einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum deildarleiðara, ið er fysioterapeutur. Tænasturnar umfata fysioterapi, ergoterapi og dagtilhald.
Søkt verður eftir
- 1 starvsfólki í starvsbrøki 0,7 svarandi til upplatingartíðirnar týsdag til fríggjadag kl. 9.00–16.00.
Talan er um eitt farloyvisstarv til setan sum skjótast og fram til 11. juli 2027.
Førleikakrøv og væntanir
- Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið.
- Áhuga í at skipa fyri ymiskum virksemi.
- Góð samstarvs- og samskiftisevni.
- Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna.
- Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum.
Vit kunnu bjóða
- Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
Lønar- og setanartreytir
Verða sambært sáttmálanum millum avvarðandi fakfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við møguligum avritum av prógvum v.m. verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 27. september 2026.
Samrøður kunnu væntast at verða í viku 40 ella eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, deildarleiðara, á tlf. 793361 ella við telduposti til katrinp@rodin.fo.