Vága Kommuna
Útgivið
18. september 2026
Útgongur
29. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Brennir tú fyri mentan, trivnaði og góðum upplivingum? Dugir tú at gera hugskot til veruleika? Vága kommuna søkir eftir mentanarsamskipara í farloyvisstarv.

Vit leita eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum mentanarsamskipara, sum vil vera við til at menna mentanar- og trivnaðarvirksemið í Vága kommunu. Sum mentanarsamskipari verður tú ein týðandi partur av arbeiðinum at skapa, samskipa og miðla mentanarlig tiltøk og trivnaðarfremjandi átøk.

Arbeiðsuppgávur

  • hugskotsmenning og menning av mentanarátøkum
  • fyriskipan og samskipan av tiltøkum
  • ábyrgd fyri og stýring av mentanarárshjólinum
  • samskifti og samstarv við borgarar, feløg, fyriskiparar og aðrar viðkomandi partar
  • miðlan av tiltøkum og virksemi til borgarar
  • at samskipa átøk sum Undurfagri mai og fjølmentanarvikuna
  • aðrar umsitingarligar uppgávur innan trivnaðar- og mentanarøkið eftir tørvi

Vit leita eftir tær, sum:

  • brennir fyri mentan og trivnaði
  • dugir at gera hugskot til veruleika
  • ert vælskipað/ur og arbeiðir skipað fram í tíð
  • hevur gott eyga fyri smálutum og samstundis dugir at hugsa langsiktað
  • tekur ábyrgd fyri uppgávum og tiltøkum
  • trívist í einum starvi við nógvum samskifti og samstarvi
  • hevur áhuga fyri menning og strategiskum arbeiði innan trivnaðar- og mentanarøkinum
  • dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Førleikakrøv

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • ert væl fyri í føroyskum, norðurlendskum máli og enskum, bæði í skrift og talu
  • hevur politiskt tev og skil fyri at arbeiða í einari politiskt stýrdari skipan
  • hevur royndir innan ráðgeving og samskipan, helst á mentanar- og trivnaðarøkinum
  • hevur góðar telduførleikar

Royndir frá almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki eitt krav.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fært møguleika at arbeiða við fólki, hugskotum og verkætlanum, sum hava týdning fyri trivnaðin og mentanarliga lívið í kommununi. Tú verður partur av einari jaligari umsiting við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Um starvið

Starvið er skipað undir trivnaðardeildini. Talan er um eitt hálvtíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til 30. juni 2027. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi í sambandi við tiltøk og virksemi.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn og nærri upplýsingar

Søk starvið við at trýsta her.

Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. september 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dortheu Højgaard Dam, trivnaðarleiðara, telefon 79 44 45.

Hevur tú hug at vera við til at skapa mentan, trivnað og góðar upplivingar í Vága kommunu? So vilja vit fegin hoyra frá tær.

Líknandi størv

18. september 2026
18. september 2026
15. september 2026
15. september 2026
14. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið