LANDSVERK
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
18. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir formann at fyriskipa og samskipa dagliga arbeiðið í grótbrotinum í Porkeri.

Arbeiðsuppgávur
Tú hevur ábyrgdina av grót- og skervframleiðsluni í Porkeri og luttekur eisini í dagliga rakstrinum. Somuleiðis hevur tú ábyrgdina av umsitingarligum uppgávum.

Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan verklagsarbeiði ella grótframleiðslu.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldupost, tekstviðgerð og rokniark.

Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipaður, dugir væl at finna loysnir og leggja arbeiðið til rættis. Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Eisini er umráðandi at tú hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Arbeiðsstaðurin er í Porkeri. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum umvegis heimsíðu okkara www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2022.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árant Løkjá, verkleiðara á tlf. 290 757 ella teldupost arlo@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið