Útgivið
14. oktober 2019
Útgongur
28. oktober 2019
Bólkur
Vitjandi
0

Lýsing

Skriva út

Fysioterapeutur til Heilsu- og umsorganartænastuna

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum fysioterapeuti í farloyvisstarv, sum brennur fyri at at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gert virkin og vakin alt lívið.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Aðalmálið er at stimbra heilsu og vegleiða eldru borgarunum í kommununi um heilsu og trivna. Tú kemur at virka bæði í venjingarhølum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrasambýlunum og røktarheimunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Vit søkja eftir einum fysioterapeuti í einum barnsburðarfarloyvisstavið á setanarbrøki 0,85 svarandi til 34 tímar frá 1. december 2019 til 30. november 2020.

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:
• at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri, og í mun til hetta, seta átøk í verk
• at fremja heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
• at venja og undirvísa bólkum av eldri við kroniskari sjúku
• at undirvísa og ráðgeva starvsfólkum og borgarum
• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni
• at meta um og søkja um hjálpartól

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR
Vit vænta, at tú:
• hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
• ert fleksibul, positiv/-ur og fyrikomandi
• hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
• hevur visjónir um, hvussu ein kann arbeiða heilsustimbrandi og sjúkufyribyrgjandi
• hevur vitan um vanliga aldran og eldrasjúkur og dugir at vegleiða og undirvísa
• hevur umsorgan fyri tí einstaka
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
• KT-førleika á brúkarastøði
• trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, og dámar fjølbroyttar og skiftandi uppgávur

VIT BJÓÐA TÆR
• Eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum interprofessionellum, lærandi og samstarvandi toymi, har áherðsla er løgd á, at borgarin kann meistra egna tilveru
• Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tilboðunum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
• Vit arbeiða aktivt fyri at útvikla og fasthalda eitt gott arbeiðsumhvørvi, og okkum dámar væl ein góðan látur og humor í gerandisdegnum
• Góðar og hjálpsamar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / FMR og Fysioterapeutfelag Føroya.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgursendurvenjing. Vit halda til í Heilsuhúsinum har øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur verða skipaðar.

Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Jákup Petur Eliassen, deildarleiðara fyri fysioterapeuttoymið, á telefon 793145 ella á jakupp@torshavn.fo

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Fysioterapeutur“.
Umsóknarfreistin er 28. oktober 2019.

 

Líknandi størv