Útgivið
2. august 2022
Útgongur
1. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir góðskuleiðara
Kemilux søkir eftir framfýsnum góðskuleiðara, ið skal vera við til at flyta fyritøkuna á enn burðardyggari leið.

Góðskuleiðarin hevur ábyrgdina av at góðskutryggja framleiðsluna. Partur av virkisøkinum er at tryggja, at allar rávørur lúka ásettu ES-reglur.

Ein burðardygg leið
Kemilux vil framhaldandi menna eina enn burðardyggari framleiðslu og vil tí seta eitt eldhugað og dugnaligt starvsfólk, sum hevur ans fyri umhvørvisrøttum loysnum. Kemilux framleiðir sápu við serligum atliti at umhvørvinum. Sápa skal reingera, ikki dálka, og vit vilja til allar tíðirmenna okkum á hesum øki. Góðskuleiðarin eigur stóran lut í hesi mennning.

Nútímans karmar
Vit dagføra leypandi laboratoriið og eru samstundis í gongd við stóra umbygging, sum fer at flyta felagið víðari fram á leið. Góðskuleiðarin verður við til at skipa hesa dagføring, sum eisini skal tryggja okkara haldføri og eina nútímansgerð av Kemilux.

Eitt leiðslustarv
Sum góðskuleiðari verður tú partur av leiðsluni hjá Kemilux og luttekur í dagligu stýringini av felagnum. Tú verður eisini við til at stinga út í kortið, hvussu felagið skal mennast frameftir.

Starvið inniber eisini nógv samskifti við almennar stovnar og samskifti við kundar og veitarar úti í verð. Tískil skal góðskuleiðarin vera væl fyri málsliga og samskiftisliga.

Um teg
Tú ert áræðin og sært møguleikar heldur enn forðingar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt líka væl sum saman við øðrum. Tú hevur eitt íborið nærlagni og trívist, har ið ferð er á.

Tú ert útbúgvin kemiverkfrøðingur, ídnaðarlaborantur, laboratoriitøkningur ella líknandi. Gott, um tú hevur royndir við góðskustýring. Leiðsluroyndir annars eru ikki eitt krav.

Starvið
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú ert við til at skipa dagin. Á Kemilux verður dentur lagdur á trivnað, tí vit ásanna, at trivnaður og effektivitetur ganga hond í hond.

Starvið verður sett sum skjótast, og talan er um fulltíðarstarv; tó at vit eru fleksibul. Løn sambært avtalu.

Vilt tú vita meira ?
Set teg í samband við Debes Petersen, stjóra á tlf. +298 217708

Umsóknarfreist 15. august 2022

Umsókn við lívsrensli (cv) og viðkomandi skjølum kann sendast til debes@kemilux.com. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið