Útgivið
19. oktober 2021
Útgongur
12. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

KT-Mennari til JT electric

Hjá JT electric byggja vit KT-skipanir, loysnir og tól til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlands. Vegna vaksandi virksemið leita vit eftir einum KT-mennara.

UM STARVIÐ
Sum KT-mennari verður tú partur av KT-menningartoyminum. Toymið hevur ábyrgd av menning, viðlíkahaldi
og rakstri av skipanum til alivinuna. Talan er um fóðurskipan, kameraskipan, datalogging, computer vision
o.a. Arbeiðsstaðurin er á JT electric á Kambsdali.

TÍNIR FØRLEIKAR
Vit ímynda okkum at tú hevur royndir ella eina viðkomandi útbúgving innan kunningartøkni. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur og royndir innan nøkur av fylgjandi økjum: C#, Python, TypeScript, Angular, Vue, SQL, Linux og OpenCV.

Vit ímynda okkum at tú:

• ert ein arbeiðsamur persónur, sum dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.
• ert skipað/ur og megnar at arbeiða við nógvum bóltum í luftini.
• dugir at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum.
• hevur virkisanda og sær virði í áhaldandi at menna teg við nýggjari vitan og førleikum innan yrkisøkið.
• dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga.
• ert fyrikomandi, forvitin og dámar væl fakligar avbjóðingar.

VIT BJÓÐA
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum felag, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir á hesa tilgongd. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum.

Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur altíð verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til kundarnar. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

UMSÓKN
Umsókn við CV, viðkomandi prógvum ella annað skulu sendast til Leif Johannesen, Menningarleiðara á leif@jt.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 12. november 2021. Starvið verður sett skjótast til ber.

SPURNINGAR
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leif Johannesen á tel. 774462 ella á leif@jt.fo.

Stutt um JT electric
JT electric varð stovnað í 1972 og er ein leiðandi veitari til alivinnuna, har vit veita tænastur og skipanir til okkara kundar í Føroyum og uttanlands. Av einum samlaðum starvsfólkatali upp á 60, starvast 25 fólk hjá dótturfelagnum í Skotlandi og 4 í dótturfelagnum í Pólandi. Høvuðssæti felagsins er á Kambsdali.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið