Miðnám í Vestmanna
Útgivið
24. marts 2023
Útgongur
9. april 2023
Staður
Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna, magnus.gaard@skulin.fo, Faroe Islands

Lýsing

Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnámsskúla við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú um tú ert lívfrøðingur ella verkfrøðingur við arbeiðsroyndum úr alivinnuni.

Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2023  at undirvísa lærlingum á spennandi nýggju yrkisútbúgvingini til alara.

Lærugreinarnar eru hesar: Alitøkni, aling av fiski, burðardygg gagnnýtlsa og trygd og trygdarfatan.

Tað er ein fyrimunur um tú umframt onkra av hesum lærugreinum kanst undirvísa í almennum náttúruvísindaligum lærugreinum á aliútbúgvingini og gymnasialu tilfeingisbreytini.

Arbeiðsuppgávur:

  • Undirvísa í onkrum av alilærugreinunum
  • Samstarva við vinnu um virkisvitjanir og førleikamálini lærlingar skulu røkka
  • Vera við til at menna aliútbúgvingina sum heild
  • Framleiða undirvísingartilfar
  • Kveikja áhugan hjá næmingum fyri aling


Vit vænta, at tú:

  • Hevur útbúgving sum verkfrøðingur ella í náttúruvísindaligum lærugreinum á universiteti
  • Dugir at samstarva og leggja til rættis
  • Dámar at vera við til at byggja nakað nýtt og spennandi upp


Vit bjóða

eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, og hendan einastandandi møguleikan at menna yrkisútbúgvingarøki til tilfeingisvinnurnar í Føroyum

Setanar og lønartreytir
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkis­felagið Miðnám ella annað avvarandi felag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna ella sendast til teldupostbústaðin: mg@miv.fo. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 9. apríl 2023 kl. 12.00

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, rektara, á tlf. 210479

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið