Lýsing
Lærarastørv á Tofta skúla
Hesi lærarastørv verða lýst leys at søkja til skúlaárið 2026/2027:
- 1 fast starv við setan frá 1. august
- 1 - 2 tíðaravmarkað størv við setan frá 1. august skúlaárið 2026/27 vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Endaliga tímatalið og setanin til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ásett eftir 1. september 2026.
- 1 tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi fram til 10. november 2026
- 1 tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi fram til 19. apríl 2027
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær at undirvísa á ymsum floksstigum:
Vit sóknast eftir lærarum við ymiskum førleikum, sum kunnu undirvísa í mið- og hádeild.
Vit hava m.a. tørv á fólki, ið kunnu undirvísa í:
- Ítrótti
- Tónleiki
- Enskum
- Alis- og evnafrøði
- Støddfrøði
- Lívfrøði
- Landafrøði
- Føroyskum
- Donskum
Harumframt sóknast vit eftir lærara, sum kann átaka sær flokslæraraleiklutin.
Vit vænta, at tú:
- Ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva
- Vilt taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum
- Í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
- Vilt fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Førleikakrøv:
Umsøkjarar við prógvi sum lærari og umsøkjarar sum fáa prógv í summar, kunnu søkja størvini á jøvnum føti.
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum kunnu hava fyrimun.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til:
Umsóknin skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni kl. 13.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra:
durita.jakobsen@skulin.fo
Tlf. 565050
Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Tofta skúli hevur komandi skúlaár 223 næmingar í 1. – 10. fl.
Tú kanst lesa meira um skúlan á:
www.toftaskuli.fo