Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
22. maj 2023
Útgongur
15. juni 2023
Staður
Norðuri á Heyggi 3, 176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
arnigregersen@gmail.com

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til Heilbrigdi, at byrja 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu.

Eitt spennandi starv, sum leiðari á Heilbrigdi á Velbastað er leyst at søkja til setanar tann 1. september 2023. Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, sum síðan 1986, hevur hjálpt fólki, sum eru komin ov langt í misbrúki av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum. Viðgerðin byggir á Minnesota fyrimyndina.

Sum leiðari á Heilbrigdi hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni á stovninum, starvsfólkum, viðgerðini og rakstrinum.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til viðgerð og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði.

Uppgávurnar

  • Tryggja dygd og menning í viðgerðartilboðunum á stovninum
  • Tryggja at Minnesota viðgerðin framhaldandi mennist á stovninum
  • Tryggja góð og virðilig kor til búfólkið
  • Hevur leiðsluábyrgd fyri starvsfólkunum á stovninum
  • Hevur ábyrgd fyri starvsfólkamenning
  • Hevur ábyrgd av rakstrinum
  • Hevur ábyrgd av at tryggja, at virksemið verður útint í samsvar við lógarverk og ásetingar
  • Hevur ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • Støðugt arbeiðir við at hava gott arbeiðsumhvørvi á stovninum
  • Samstarva við stýrið fyri stovnin, aðrar myndugleikar og samstarvspartar

 

Førleikakrøv

  • Tú hevur hóskandi fakliga útbúgving við góðkenning og leiðsluførleikar
  • Hevur royndir frá viðgerðararbeiði ella tí, ið kann samanberast við hetta
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av viðgerðini á stovninum
  • Evnar at stimbra og stuðla starvsfólkunum
  • Tú ert væl skipað/ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni og innlit
  • Tú ert virðilig/ur og lurtandi í tíni leiðslu
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og talu, bæði við búfólk, starvsfólk, stýrið, myndugleikar og aðrar samstarvspartar
  • Tekur undir við tí, sum Heilbrigdi stendur fyri
  • Hevur koyrikort til bil

 

Vit bjóða
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðarastarv við ágrýtnum stavsfólkum.
Starvið gevur góðar menningarmøguleikar, og møguligt er at fara undir leiðsluútbúgving, um tann setti ikki frammanundan hevur slíka.

Setan

Starvið er lønt samsvaranandi lønarflokki 36.1 í Felag Tænastumanna Landsins.

Umsóknarfreistin er 15. juni, og skal umsókn saman við prógvum og øðrum sendast til: arnigregersen@gmail.com .

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður, at ongin ella ov fáir skikkaðir umsøkjarar hava søkt starvið.

Rein revsiváttan er ein fortreyt fyri setan.

Um tú ynskir fleiri upplýsningar um starvið, kanst tú ringja til Árna Gregersen, virkandi nevndarformann, tlf. 790234.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið