Útgivið
11. april 2022
Útgongur
2. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lærupláss sum føðsluatstøðingur á Suðuroyar sjúkrahúsi

Í køkini á Suðuroyar sjúkrahúsi er eitt lærupláss til føðsluatstøðing leyst at søkja til byrjan 18. august 2022 ella eftir nærri avtalu.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi starvast áleið 120 fólk, harav 8 av teimum starvast í køkini. Uppgávurnar í køkini eru nógvar og fjølbroyttar so sum matgerð til sjúklingar og starvsfólk á sjúkrahúsinum, matgerð til borgarar í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, fyrireikan og matgerð til innanhýsis tiltøk og hátíðarhald á Suðuroyar Sjúkrahúsi o.tíl.

Vit ynskja, at tú:

  • hevur áhuga í matgerð og arbeiði í einari køk
  • ert tænastusinnað/ur og røkin
  • ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra
  • arbeiðir miðvíst og hevur góð samstarvsevni
  • hevur staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Vit bjóða:
Ein spennandi arbeiðsdag við fjølbroyttum uppgávum og góðum starvsfeløgum. Sum næmingur lærir tú at arbeiða í einari stórari køk, har dentur verður lagdur á at gera fjølbroyttan og føðslugóðan mat til nógv fólk. Tú fært grundleggjandi vitan um føðslu og matgerð, og luttekur í allari mannagongdini, ið fevnir um matskrá, innkeyp, goymslu, matgerð og upptak.

Setanarviðurskifti
Lærutíðin er 2 ár og 11 mánaðir. Útbúgvingin er ein yrkisútbúgving og skiftir ímillum læru á arbeiðsplássinum og skúlagongd. Talan er um 4 skúlaskeið á íalt 55 vikur. 1. og 2. skúlaskeið kunnu takast í Føroyum, meðan 3. og 4. skúlaskeið verða tikin í donskum skúla.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett frá 18. august 2022 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Armgarð Strøm, økonomu á armst@ssh.fo ella tlf. 343256 ella Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk á jonje@ssh.fo ella tlf. 343333.

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. mai 2022.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið