Runavíkar Kommuna
Útgivið
30. maj 2023
Útgongur
31. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum til Sóljuhjarta at byrja mándagin 14. aug. 23 ella eftir nærri avtalu. Vit søkja eftir fólki til útibarnagarð, barnagarð og vøggustovu. Eisini søkja vit eftir avloysarum, sum vit kunnu boðsenda eftir tørvi.

Í Sóljuhjartanum starvast um 35 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit hava 4 barnagarðstovur - 80 børn, 2 vøggustovur í skúlanum - 26 børn og ein útibarnagarð í missiónshúsinum í Æðuvík - 14 børn (aldur 5-6 ár).

Til Æðuvíkar søkja vit eftir einum námsfrøðingi. Starvið er fyribils í eitt ár. Treyt er at umsøkjari skal hava áhugað í náttúruni, sum er spæli/lærustað hjá børnunum og dáma væl at verða úti í øllum veðrið.

Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar 2023, eru eisini vælkomir at søkja.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur umsorgan fyri børnum
  • er íðin, nærløgd/nærlagdur og álítandi
  • dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
  • hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
  • er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
  • sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av henni í arbeiðinum

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu at fáa vil vega barnaváttan, tá umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Káru Løkin, leiðara, á tlf.297171

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til runavik@runavik.fo innan 31. mai 2023

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið