Lýsing
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 09. august 2021 ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 20 tímar um vikuna.
Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í forskúla. 1. flokki og 2. flokki.
Okkara arbeiðið er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn, aftaná loknan skúladag.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: eystur@eystur.fo
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran, Hanna E. Olsen, tlf. 730053
Galdandi fyri øll størvini er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin.