Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. maj 2023
Útgongur
28. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landssjúkrahúsið søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Læknavaktina á Bráðdeplinum. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.

Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16.00-08.00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Læknavaktini snýr seg í høvuðsheitum um at samskipa virksemið í Læknavaktini, bæði lokalt og í samskifti við tey ymisku læknadømini í landinum. Sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar, og virkar fyri, at allir borgarar, sum venda sær til læknavaktina, fáa neyðugu hjálpina í mun til sín tørv.

Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við vaktlæknan, og er tilvitað um sítt sjúkrarøktarfakliga virkisøki í mun til førleikar og heimildir.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Fakligan áhuga í arbeiðið innan kommunulæknaøkið
  • Tú ert fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
  • Tú ert røkin
  • Tú ert álítandi
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

  • Innleiðslu og upplæring
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Tummas í Garði á tlf. 304500, lokal 1004 ella t-post tumga@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 28.05.2023.

Søk starvið her

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkjuni "Um okkum".

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið