LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
6. oktober 2022
Útgongur
23. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vaskaríið søkir eftir einum starvsfólki at byrja skjótast til ber.

Talan er um fulltíðarstarv, har vit vaska fyri Landssjúkrahúsið og aðrar stovnar. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvið, við góðum starvsfeløgum.

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar umfata m.a. sortering av klæðum, sum koma inn á Vaskaríið, flutningi av klæðum í inn-sorteringini og fylla maskinurnar. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl. 7-15. Tó kann roknast við, at arbeiðsdagarnir í háárstíðini til tíðir kunnu gerðast longri. Vikuskiftisvaktir kunnu koma fyri.

Um teg:

  • Tú ert álítandi og fyrikomandi
  • Ert røkin og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
  • Tolir broytingar í arbeiðinum
  • Hevur arbeiðsroyndir frá líknandi starvi

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Martin Brekká, leiðara, tlf. 234568 ella t-post martin.brekka@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 23.10.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið