Runavíkar Kommuna
Útgivið
22. december 2023
Útgongur
14. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

- til Teknisku deild

STARVIРSUM TEKNISKUR MÁLSVIÐGERI
Høvuðsuppgávan er at leggja ætlanir fyri og føra út í verki arbeiði á tekniska økinum - undir hesum at standa fyri projekteringum, útbjóðingum, eftirliti og byggiroknskapi í teimum byggiarbeiðum, ið deildin hevur um hendi.

Uppgávur
Tekniski málsviðgerin vísir til býarverkfrøðingin, og uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Býar- og byggiráðlegging, kloakk- og vatnleiðingar, vegakervi og skráseting/GIS
  • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði
  • Verkætlanarbeiði og eftirlit
  • Uppmátingar- og skrásetingararbeiði

Fakligir førleikar
Ynskiligt er, at umsøkjarar í stóran mun hava hesar fakligu førleikar:

  • Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving
  • Tekniskan førleika í projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
  • Duga at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit og ArcGIS
  • Góðar málsligar førleikar í skrift og talu
  • Kunnleiki til 360 journalskipan kann verða ein fyrimunur

Persónligir eginleikar
Ynskiligt er at tekniski málsviðgerðin:

  • Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
  • Er tænastusinnað/ur, nærverandi og týðilig/ur
  • Hevur góð evni og dámar væl at samstarva og samskifta
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Er røkin og hevur gott yvirlit
  • Er fyrikomandi við jaligum sinni og er opin fyri tillagingum

Løn og setan
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið sum tekniskur málsviðgeri verður lønt sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og upplýsingar
Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 14. januar 2023.

Søk starvið her.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo

Um Runavíkar kommunu
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og búgva uml. 4.200 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast í løtuni 2 verkfrøðingar, 2 byggifrøðingar og 1 rakstrarleiðari, umframt býarverkfrøðingin. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.

Líknandi størv

18. april 2024
Verkfrøðingur til Sev   Faroe Islands nýtt
16. april 2024
Landmátari/verkfrøðingur   Faroe Islands nýtt
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið