Havsbrún søkir eftir trimum smiðum

Útgivið
22. maj 2020
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Havsbrún søkir eftir trimum smiðum

Vit søkja eftir tveimum smiðum til smiðjutoymið og einum smiði til landingartoymið.

Talan er um føst størv.

Sum smiður hjá Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi.

Havsbrún framleiðir fiskamjøl, lýsi og fiskafóður.

Arbeiðsøki - Smiðjutoymið
Tú kemur at vera ein partur av smiðjutoyminum, sum hevur viðlíkahald og umvælingar av framleiðslukervinum á Havsbrún, umframt í ávísan mun nýgerð og broytingar av framleiðslukervinum.

Talan er um vanliga arbeiðstíð, men roknast kann lutvíst við úrtíðararbeiði og tilkalling, tá hetta er neyðugt.

Arbeiðsøki - Landingartoymið
Tú verður partur av einum toymi uppá tríggjar persónar. Tit hava ábyrgdina av landingarútgerðini og slógvskipanini á Havsbrún. Tú kemur at arbeiða í 12 tíma vaktum, tá landing er. Vaktirnar eru býttar soleiðis, at tað er ein vika dagvakt, so ein vika náttarvakt og síðani ein frívika, har tú kanst arbeiða 8-16.

Háárstíðin fyri landing er fyrra hálvár, januar til juni. Tá ongin landing er, so er arbeiðstíðin fyri tað mesta 8-16.

Tín vangamynd
Vit søkja eftir smiðum við viðkomandi tekniskari útbúgving, til dømis maskinsmiður ella maskinmeistari.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Vit leggja stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum.

Vit bjóða
Sum starvsfólk hjá Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu millum annað bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi felags sáttmála og eftir nærri avtalu. 

Umsókn
Tú søkir starvið her

Størvini verða sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torleif Justinussen, smiðjumeistara, á tlf. 21 36 31, ella Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, á tlf. 74 47 70.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Havsbrún
Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum.

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv