Móttøkufólk til kundatænstu

Berg Motors
Útgivið
3. april 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
info@bm.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki til at taka sær av kundamóttøkuni og innskrivingini hjá Mekaniska verkstaðnum at byrja sum skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 til kl. 17.00.

Arbeiðsuppgávur

  • Kundamóttøka og innskriving
  • Skipan av arbeiðinum
  • Aðrar uppgávur í hesum sambandi

 

Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarin:

  • Hevur kunnleika innan bilumvæling
  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
  • KT kunnleika

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðspláss í stórari menning
  • Skipaða upplæring
  • Góðar arbeiðsumstøður

Setanarviðurskifti
Løn sambært avtalu.

Umsókn
Er hetta nakað fyri teg, send okkum eina stuttorðaða umsókn á  info@bm.fo

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Ásmund Joensen, Verkstaðleiðara, á tel. 313535

 

Søk
Legg fíla her leita lokalt...