Sjúkrarøktarfrøðingur VEKS Vestur

VEKS
Útgivið
5. juni 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
veks@veks.fo
Bý-/ bygd
Vestmanna

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøki 0,8 at seta 1. juli 2018.

Starvsbrøkur kann broytast eftir avtalu við leiðaran.

Starvið er í blandaðum vaktum og í miðal 2. hvørt vikuskifti.

Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæðium einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.

Starvsstaðið er út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Førleikar 

  • Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar,  aðrar fakbólkar og einstaka borgaran.
  • Lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
  • Hug til at halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

  • Dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Dugnaligar starvsfelagar
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað tilsini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20.06.2018.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Miu Pedersen, leiðara, á tlf. 793231.

Líknandi størv

Fleiri størv