Starvsfólk til dygdargóðan millummála


Útgivið
26. februar 2020

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til dygdargóðan millummála

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini eftir einum fólki at arbeiða umleið 20-30 tímar um vikuna í føstum starvi frá 1. mai 2020 at rokna, ella eftir nærri avtalu.

Starvið fevnir um at hava ábyrgd av køkinum. Hetta inniber at gera dygdargóðan millumála og gera ymiskt í køkinum saman við børnunum.

Vit hava vakstrarhús, har vit dyrka ymisk grønmeti og urtir, ið kunnu brúkast til millummálan.

Vit liggja í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Góðir møguleikar eru at nýta vallir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan, har vit hava fleiri smáttur og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar til rørslu eru góðar, og hetta er gott fyri menningina hjá einstaka barninum.

Vit hava sera góðar innandura umstøður. Vit hava ymisk verkstøð til skapandi evni, ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað, har børnini fáa ment seg á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintohøllini leggja vit stóran dent á frælsi og á frítíðina hjá barninum, har barnið undir tryggum kørmum er við til at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Laursen, stovnsleiðara, tlf. 284902.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 18. mars 2020.