Verkfrøðingur til Deildina fyri Infrakervi

Landsverk
Útgivið
30. maj 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
lv@lv.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vilt tú vera við til at menna og tryggja føroyska infrakervið, so er eitt áhugavert starv á Landsverki leyst at søkja.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Høvuðsuppgávan er at vera verkætlanarleiðari á størri og smærri verkætlanum innan infrakervi. Tú fert at arbeiða í toymi saman við tveimum verkfrøðingum við líknandi uppgávum.

Deildin fyri Infrakervi  tekur sær annars av planleggning, menning, rakstri og viðlíkahaldi av landsveganetinum, landshavnum og tyrlupallum. Deildin er harafturat myndugleiki í sambandi við landsvegalógina, ISPS, vitar og siglingarleiðir, og hevur ábyrgd av trygd og tilbúgving á infrakervi landsins.

Førleikakrøv
Tú hevur eina hægri tekniska útbúgving sum til dømis verkfrøðingur ella líknandi. Royndir úr líknandi starvi kunnu vera ein fyrimunur, men eru tó ikki ein treyt. Mest umráðandi er, at tú hevur hug og evni at seta teg inn í nýggj øki. Nýútbúgvin eru eisini væl komin at søkja.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur. Uppgávurnar eru tíðum nógvar og ymiskar, og tí er neyðugt at megna at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum,  og at tú hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir og soleiðis kanst geva títt íkast til áhaldandi menningina av arbeiðsplássinum.

Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Armgarð Steinhólm, deildarleiðara, á tlf. 290 891.

Líknandi størv

Fleiri størv