Roðin Økistænastan
Útgivið
25. november 2021
Útgongur
9. december 2021
Staður
Friðartún 1, 620 Runavík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

FARLOYVISSTARV

Roðin økistænastan søkir eftir deildarleiðara til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara til at leiða og mynda Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið. Norðurstova er ein búeind – býtt á 24 búpláss.

Sum deildarleiðari ert tú partur av deildarleiðslutoyminum í Roðanum og hevur tætt samstarv við leiðaran.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR HJÁ DEILDARLEIÐARANUM ERU:

  • At ganga á odda í at mynda og lýsa tænastuna á deildini og hjá Roðanum sum heild.
  • At leggja arbeiðsætlan hjá starvsfólkunum til rættis
  • At seta í verk, samskipa, miðla og leiða Norðurstovu.
  • At tryggja trivnað og fakliga menning.
  • At miðla og seta í verk verandi og nýggja vitan innan sjúkrarøkt, røkt, rehabilitering og fyribyrging.
  • At skapa eitt áhugavert arbeiðspláss.
  • At samstarva innanhýsis og tvørtur um mørk.
  • At hava dagligu ábyrgdina av starvsfólkahópinum.
  • Saman við dygdarmennaranum at hava ábyrgd av, at menna Norðurstovu sum útbúgvingarstað hjá lesandi og næmingum.

 

FØRLEIKAKRØV:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Møguliga leiðsluútbúgving.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Dugur at síggja týdningin av tvørfakligum samstarvi.
  • Góð samstarvsevni.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
  • Góð analytisk evni at miðla og seta í verk.
  • Forvitin, týðilig/-ur og rúmlig/-ur.
  • Gott yvirblikk.
  • Megna at halda fast og kunna skera ígjøgnum.
  • Góðan KT- førleika.
  • Tola møguligar broytingar í starvinum.

 

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta sum skjótast og til og við 31. desember 2022 og verður lønt sambært KAF/Fíggjarmálaráðnum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til rodin@rodin.fo og viðmerkjast “deildarleiðari til Norðurstovu”. Umsóknarfreistin er 9. desember 2021.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara tlf. 793300 ella við telduposti til jongerdg@rodin.fo.

 

MÁLIÐ HJÁ ROÐANUM ER:

Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

  • At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-,Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið