Autolakkering
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
26. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

So kann hetta vera títt dreymastarv, um tú hugsar nýtt og dámar at arbeiða við bilum.

Vit leita eftir tveimum lærningum til lakkverkstaðið, innan lakkering. Góðska og dygdargott handverk er okkara samleiki, og sum lærlingar hjá okkum sleppa tit at royna tykkum í øllum uppgávum innan lakkering.

Vit ynskja okkum lærlingar, ið eru ágrýtnir, álítandi og nærlagdir. Arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir og uppgávurnar nógvar. Tí er umráðandi, at tit trívast við nógvum ymiskum uppgávum. Vit vænta, at tit eru kreativ, hava hug at læra og ikki ræðast spennandi avbjóðingar.

Koyrikort er ikki eitt krav, men tó ein fyrimunur.

Læruplássið verður sett skjótast tilber, men vit bíða fegin eftir teimum røttu.

Vilt tú hoyra meira um læruplássið? 
So eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Suna, á tlf. 742020 ella senda mail á suni@autolakkering.fo

Størvini verða sett og lønt sambært galdandi lærlingasáttmálum. Lærlingaútbúgvingin inniber skúlagongd í Danmark.

Umsóknin skal sendst til:

suni@autolakkering.fo

Um Autolakkering
Vit eru eitt av Føroya bestu lakkeringsverkstøðum. Toymið telur upp í 14 starvsfólk, og vit hava eitt nýtt lakkeringsverkstað í Gøtu.

Arbeiðsumhvørvið er gott, og tú fært møguleika at seta tín persónliga dám á arbeiðið.

Vit hava nógv starvsfólkatiltøk um árið, tí fyri okkum er tað av stórum týdningi, at okkara starvsfólk trívast

Líknandi størv

19. april 2024
19. april 2024
18. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið