Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
19. april 2024
Útgongur
3. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum fólki til barsilsfarloyvisstarv í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2024 til og við 31. mai 2025. Talan er um fulltíðarstarv svarandi til 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, ið mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøki hjá sjúkraflutningstænastuni fevnir um Suðuroy. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 ambulansar og ein átaksbil, og er túratalið umleið 1100 patienttúrar árliga.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti.

Dentur verður lagdur á, at tú

  • hevur og hevur havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
  • hevur koyrikort til C ella D
  • hevur reina revsiváttan
  • hevur prógv í 1. hjálp
  • hevur góðan fysik og heilsu
  • hevur sjón, ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Tað kann vera ein fyrimunur at hava heilsufakliga útbúgving.

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Tey, ið verða boðin til samrøðu, verða biðin um hava læknaváttan og revsiváttan við.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Georg Kjærbo, virkandi yvirportør á tlf. 210608 ella umvegis teldupost geokj@ssh.fo

Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi friggjadagin 3. mai 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið