Lýsing
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi í tíðarskeiðnum 1. mai 2021 til 30. apríl 2022. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Áhuga at arbeiða við eldri
- Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning - KT-førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður til setan 1. mai 2021 til 30 apríl 2022 og verður lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Joensen, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til hannaarnaj@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 03. mars 2021.