Strandfaraskip Landsins
Útgivið
17. juni 2021
Útgongur
15. juli 2021
Staður
Sjógøta 5 Postboks 30 FO-810 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandfaraskip Landsins (SSL) søkir eftir kontrollara til fíggjardeildina at byrja 1. septembur 2021. Á fíggjardeildini starvast ein fíggjarleiðari og tveir bókhaldarar, umframt kontrollarin.

SSL er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar avbjóðingar. Vit hava tørv á einum kontrollara, sum ynskir at vera ein partur av okkara menning, og er forvirkin í sínum hugsanarhátti.

Høvuðsuppgávan hjá kontrollarinum er, at menna og effektivisera fíggjarstýringina í tætt samstarv við fíggjarleiðaran. Sum kontrollari skalt tú geva fíggjarliga ráðgeving til fíggjarleiðaran og leiðslustarvsfólk, har tú tryggjar eitt nøktandi játtanareftirlit. Kontrollarin vísur beinleiðis til fíggjarleiðaran.

Í høvuðsheitum skalt tú:

  • Hava eftirlit við roknskapinum.
  • Menna fíggjarstýringina.
  • Effektivisera mannagongdir tvørs av deildum/skip
  • Gera hagtalsgreiningar og uppseta Business Intelligence við eitt nú Power BI.
  • Samskifta við og lúka krøv frá uttanhýsis eftirlitsmyndugleikum (compliance).

Førleikakrøv:

  • Hevur viðkomandi útbúgving, tó ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi útbúgving á hægri lærustovni
  • Hevur royndir at arbeiða við hagtølum, bókhaldi og grannskoðan
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Hevur góð evnir at orða teg á føroyskum, bæði skrivliga og munnliga
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert løtt/lættur at samstarva við

Annars vænta vit, at tú dugir at samskifta uttanhýsis og innanhýsis, vera effektiv/ur og stundislig/ur. Eisini vænta vit, at tú hevur eyga fyri smálutum, og samstundis er umráðandi at kunna geva fíggjarleiðaranum eina heildarmeting eftir tørvi.

 

Setanar- og lønarviðurskiftir
Tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri hjá Strandfaraskip Landsins. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og er lønt eftir 6. lønarflokki.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á teldupost eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5
Postboks 30
FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknarfreistin er hósdagin 15 juli kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til fíggjarleiðaran, Reidar Egilsnes Hansen, á tlf. 293021 ella við at senda ein teldupost til reh@ssl.fo.

SØK STARVIÐ

 


Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2019 uml. 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 700.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið