Undirvísingarstýrið
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
3. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Faklært

Lýsing

Í fólkaskúlanum verða bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár.

Føstu størvini og tíðaravmarkaðu størvini fyri eitt heilt skúlaár verða sett frá 1. august 2026.
Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv
leys at søkja í flestu skúlum.

Føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:

Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði føst og tíðaravmarkað lærarastørv.

Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tygum finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum,
www.uvs.fo, undir fólkaskúlanum.

Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so er, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, verður heitt á tygum um at seta tygum í samband við leiðslu skúlans.

Líknandi størv

Lærarastørv í Sankta Frans skúla   Faroe Islands nýtt
25. maj 2026
25. maj 2026
25. maj 2026
Lærarastørv í Tofta skúla   Faroe Islands nýtt
25. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið