BAKKAFROST
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
14. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at koma í læru sum maskinsmiður? Nú hevur tú møguleikan at fáa eina útbúgving við nógvum spennandi møguleikum.

Vit søkja eftir maskinsmiðulærlingi til smiðjutoymið á Havsbrún at byrja skjótast gjørligt.

Lærupláss
Í lærutíðini lærir tú m.a. um dreyðing, fresing, sveising, o.a. vanligt smiðjuarbeiði. Tú verður partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistara, ið stuðla og vegleiða ígjøgnum alla lærutíðina.

Tú kemur at verða ein partur av smiðjutoyminum á Havsbrún saman við 8 øðrum smiðum. Smiðjutoymi tekur sær av viðlíkahald, umvælingum, nýgerð og broytingum á framleiðslukervinum á Havsbrún.

Tín vangamynd
Tú hevur lokið 9. floks prógv og ert arbeiðsom/samur.

Umsókn
Tú søkir læruplássið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 14. decembur 2022.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um, hvussu tað er at vera lærlingur á Havsbrún, ert tú meir enn vælkomin at seta teg í samband við Torleif Justinussen, smiðjumeistara, á tlf. 21 36 31.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Havsbrún
Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið