Sjóvinnustýrið
Útgivið
30. maj 2023
Útgongur
13. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú verja mannalív á sjónum, leiða eitt sterkt toymi og arbeiða tætt saman við føroyska vinnulívinum?

Sjóvinnustýrið leitar eftir einum sterkum leiðara við góðum evnum at leiða, ið samstundis megnar at planleggja og stýra virksemi, sum er á høgum tekniskum stigi.

Sjóvinnustýrið er eitt spennandi og gott arbeiðspláss, og í starvinum sum deildarleiðari fyri Sýnsdeildini fært tú møguleika fyri at skipa gerandisdagin, júst sum tú kanst hugsa tær. Í starvinum fert tú at samstarva og samskifta við føroyska vinnulívið og eisini við viðkomandi partar í øðrum londum. Sum leiðari fyri Sýnsdeildini fært tú høvuðsábyrgdina av virkseminum a Sýnsdeildini. Tú hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og fært tískil eisini stóra ávirkan á, hvussu samlaða virksemið í Sjóvinnustýrinum verður skipað. Harumframt ert tú partur av leiðslubólkinum saman við stjóranum og hinum deildarleiðarunum.

Høvuðsuppgávurnar í Sýnsdeildini eru sýn av skipum og bátum, løggilding av klassafeløgum og undirveitarum, innflagging, vanlukkur á sjónum o.a. Í hesum sambandi er týdningarmikið at fylgja við í broytingunum í altjóða krøvum og at seta hesi í verk í samsvari við føroyska regluverkið.

Fyri rætta umsøkjaran er talan um góðar møguleikar fyri at geva íkast til menningina av Sjóvinnustýrinum. Harumframt eru talan um spennandi altjóða samstarv sum ger, at partur av arbeiðnum verður framdur uttanlands.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum.

LØN OG SETAN
Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. september 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini vera lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Í starvinum kann møguleiki vera fyri, at vera við í vaktarskipanini hjá Sóvinnustýrinum.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknir skulu verða Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi týsdagin, 13. juni 2023.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Hans Johannes á Brúgv, stjóra á tel. 211323, ella við telduposti: hansj@fma.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Sjóvinnustýrinum: www.fma.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið