Útgivið
19. oktober 2021
Útgongur
2. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lærlingur til The Body Shop í SMS

Ert tú áhugað/-ur í húðrøkt, makeup og góðari kundatænastu?

Í okkara vælvitjaða handli sóknast vit eftir einum lærlingi, sum:

  • brennir fyri at veita góða kundatænastu.
  • elskar at læra um, greiða frá og arbeiða við vakurleikarøkt.
  • gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út. - er samstarvshugað/-ur og dámar at arbeiða kreativt.
  • vil arbeiða við nýggjum spennandi verkætlanum.
  • hevur tikið yrkisrættað prógv ella miðnámsprógv.

The Body Shop bjóðar tær eitt læruríkt, avbjóðandi og spennandi lærupláss, har tú altíð upplivir nakað nýtt. Dagliga arbeiðið inniheldur fastar arbeiðsuppgávur og gott samskifti við kundar okkara. Eisini bjóða vit makeup-skeið til kundar okkara. Hetta læruplássið gevur tær bæði persónliga og fakliga menning.

Hevur hetta tín áhuga, so vinarliga send okkum eina umsókn við lívsrensli til foroyar.tbs@gmail.com skjótast gjørligt.

Um tú hevur spurningar um eitthvørt ella vilt hoyra meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 519505 ella á foroyar.tbs@gmail.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið