Útgivið
16. juli 2021
Útgongur
23. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Nýtt starv innan staðsetingarfrøði

Umhvørvisstovan og Fróðskaparsetur Føroya lýsa eftir umsøkjarum til eitt nýtt starv innan staðsetingarfrøði (geomatics). Starvið verður sett fyri trý ár, møguliga longri, um fígging fæst.

Bakgrund
Fyri stuttum varð Depilin fyri staðsetingarfrøði stovnaður, sum eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk um menning av staðsetingarfrøðiligum virksemi í Føroyum.

Depilin verður hýstur á Umhvørvisstovuni, sum hevur økt sítt virksemi innan kortdátur og staðsetingarfrøði, síðani land- og sjókort vórðu yvirtikin ávikavist 1. apríl 2019 og 1. januar 2020.

Depilin hevur atgongd til hentleikar og serkunnleika á Fróðskaparsetrinum.

Starvið
Starvið fevnir um gransking og undirvísing innan staðsetingarfrøði, men eisini at umsita og uppbyggja Depilin verður týðandi partur av arbeiðinum.

Starvið fevnir um fýra høvuðsøki, ið verða útint í samstarvi við starvsfelagar á Fróðskaparsetrinum og Umhvørvisstovuni, við vegleiðing frá Gethin Wyn Roberts, sum er dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni og adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Tann, ið fær starvið, kann vænta:

  • At arbeiða 40 prosent av tíðini tey fyrstu tvey árini við eini serligari granskingarverkætlan, sum Granskingarráðið fíggjar. Verkætlanin snýr seg um at eygleiða og máta vibratiónir og broytingar í skipsskrokkum.
  • At hava dagligu ábyrgdina av at umsita og uppbyggja Depilin fyri staðsetingarfrøði, at samskipa virksemið, og at menna og útvega útbúgvingarskeið til vinnuna.
  • At innsavna staðsetingarligar dátur, sum serliga hava áhuga í Føroyum.
  • At taka lut í undirvísingini á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
  • At taka lut í dýpdarmátingum, ið fara fram á føroyska granskingarskipinum Jákup Sverra. Roknast kann við at skula vera á sjónum nakrar ferðir um árið og vera heimanífrá upp í 2 vikur hvørja ferð.
  • Hóskandi upplæring kann veitast, um neyðugt.

Førleikar og royndir
Fyrimun hevur umsøkjari við útbúgving innan landmáting, sjómáting ella verkfrøði, á bachelor- ella masterstigi. Men eisini umsøkjarar við øðrum viðkomandi útbúgvingum verða eggjaðir at søkja. Eisini eru viðkomandi starvsroyndir fyrimunur at hava.

Vit vænta, at umsøkjarar hava drívmegi og eru framtakshugaðir. Góð samstarvsevni eru ein fortreyt. Harumframt er ynskiligt, at umsøkjarin kann vísa á nakrar av hesum førleikum:

  • Royndir í at skipa fyri fakligum skeiðum og menningarátøkum.
  • Royndir innan náttúruvísindaliga gransking.
  • Royndir innan landmáting og/ella sjómáting.
  • Góð evni innan analysu, útvegan og tulking av dátum.
  • Góðar málsligar førleikar í enskum, og helst eisini í føroyskum.

Umsókn
Umsókn (helst á enskum) og avrit av prógvum og ævilýsing (CV) skulu sendast til hr@us.fo, merkt “Starv í Staðsetingarfrøði”.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 23. august 2021 kl. 12.00.

Samband
Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gethin Wyn Roberts, dátuserfrøðing á: gethinr@us.fo; +298 234351.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið