Fiskaaling P/f
Útgivið
26. juli 2022
Útgongur
16. august 2022
Staður
Við Áir 11, FO-430 Hvalvík, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
65

Lýsing

 

Fiskaaling leitar eftir einum samskipara
Hevur tú áhuga fyri alivinnuni og dámar tær at samskipa tiltøk, samskifta við ymiskar áhugabólkar ella einstaklingar og miðla vísindaligt tilfar – so er hetta akkurát nakað fyri teg.

Fiskaaling leitar eftir starvsfólki at arbeiða við ymiskum samskipandi uppgávum, ið eru knýttar at okkara virksemi. Talan er um at:

  • Samskipa innanhýsis og uttanhýsis tiltøk so sum Vísindavøku, Jobmatch, ráðstevnur og starvsfólkatiltøk
  • Skriva smærri frágreiðingar og kunningarskriv
  • Framleiðslu av tilfari til okkara heimasíðu
  • Røkja yvirlitið yvir granskingartilfar
  • Samskipa altjóða menningararbeiðið

Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við okkara granskarar og á tann hátt verða við til at sjónliggera arbeiðið, ið Fiskaaling skipar fyri.

Starvið er skipað sum ein stápsfunktión við beinleiðis tilvísing til stjóran.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving ella samsvarandi arbeiðsroyndir.

Vit vænta, at tú er stinn/ur í samskifti og hevur førleikar at nýta ymiskar samskiftis pallar, herundir sosialar miðlar, og tú dugir væl at skriva føroyskt og enskt.

Starvið krevur, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og hevur áhuga at seta teg inn í virksemi á ymisku fakdeildunum á Fiskaaling.

Persónligu eginleikar tínir umfata samstarvsevni, ágrýtni, hjálpsemi og miðvíst arbeiðslag, eins og tú ert eitt gott íkast til trivnaðin millum starvsfelagarnar á Fiskaaling.

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv og starvsstaðurin er við Áir. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til fiskaaling@fiskaaling.fo. Freistin at søkja er 16. august 2022. Við umsóknini skulu viðfestast avrit av prógvum, lívsrensli (CV) og møgulig viðmæli.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra, á tel. 77 47 47 ella johanna@fiskaaling.fo 

 

 

Um Fiskaaling
P/F Fiskaaling er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur.

Visjónin hjá P/F Fiskaaling er Vitan til varandi aling. Tí arbeiðir P/F Fiskaaling við langskygdari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Sum óheft fyritøka veitir Fiskaaling eisini ráðgeving og tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í sínum virksemi. Virksemið á Fiskaaling byggir á burðardyggar meginreglur, sum taka hædd fyri eitt nú umhvørvinum og fiskavælferð. Ábyrgdarfull menning av alivinnuni er samstundis fremjandi fyri føroyska búskapinum sum heild.

Granskingararbeiðið á Fiskaaling hevur sostatt til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í sambandi við aling og teir karmar, alingin virkar í.

Á Fiskaaling eru umleið 30 starvsfólk, sum eru skipað í fýra fakdeildir: Biotøkni, Fiskaheilsa, Fjarðaelvi og Vistfrøði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið