Glasir
Útgivið
14. marts 2024
Útgongur
8. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri starvsfólkamenning og starvsfólkaviðurskiftum? Dámar tær at samskipa, ráðgeva og menna? Dámar tær at arbeiða í einum livandi umhvørvi saman við nógvum starvsfeløgum? So er hetta kanska rætta starvið til tín.

Á Glasi eru áleið 1500 næmingar, lærlingar og lesandi, og her starvast um 250 starvsfólk. Vit bjóða gymnasialar- og yrkisútbúgvingar, nakrar styttri víðari útbúgvingar og serbreyt.

Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.

Virksemið er sera fjølbroytt og skiftandi gjøgnum árið. Okkum tørvar ein starvsfelaga, sum kann arbeiða við yvirskipaðum menningaruppgávum og dagligum rakstraruppgávum.

Tú verður partur av stjórnarskrivstovuni og vísir til rektaran. Á stjórnarskrivstovuni, har vit samskipa og menna virksemið á Glasi, starvast í løtuni fimm fólk - rektari, vararektari, stjóri fyri næmingatænastuna og tvey starvsfólk, ið arbeiða við samskifti, menning og samskipan.

Arbeiðið fevnir m.a. um at:

  • Ráðgeva og samskipa í sambandi við starvsfólkaviðurskifti og starvssetanir
  • Samskipa og menna økið innan førleikamenning
  • Gera regluligar trivnaðarkanningar og trivnaðarátøk
  • Lýsa og gera mannagongdir og kunningartilfar
  • Fyriskipa og samskipa átøk, tiltøk og fundir

Førleikakrøv:

  • Viðkomandi útbúgving, t.d. frá hægri lærustovni, og/ella viðkomandi arbeiðsroyndir
  • Góðan KT-førleika
  • Góð evni at samskifta og samstarva
  • Dugir og dámar væl at skriva
  • Dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum og megnar at hava fleiri arbeiðsuppgávur í gongd samstundis
  • Ert sjálvstøðug/ur, virkisfús/ur, forvitin, ágrýtin og fleksibul
  • Dámar og trívist at arbeiða í toymum og trívist væl millum nógv fólk

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú:

  • Hevur kunnleika til galdandi reglur, lógir og sáttmálar á økinum
  • Hevur royndir á útbúgvingarøkinum
  • Hevur royndir at arbeiða við samskifti, intraneti og heimasíðu

Løn og setanartreytir:
Sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Unu Joensen, rektara á tel 222059 ella t-post ujo@glasir.fo. Á heimasíðu okkara glasir.fo finnur tú kunning um Glasir og okkara virksemi.

Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo.
Umsóknarfreistin er 8. apríl 2024. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Líknandi størv

26. april 2024
22. april 2024
18. april 2024
Landmátari/verkfrøðingur   Faroe Islands nýtt
16. april 2024
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið