IRF
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
16. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

IRF søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2023. Vit bjóða tær møguleikan at verða partur av einum stórum starvsfólkahópi, sum hvønn dag lyftir eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Talan eru um summarstørv innan hesi øki:

  • sum innsavnari
  • sum bilførari (stóra koyrikortið krevst)
  • í endurvinningarhøllini á Hagaleiti
  • í viðlíkahaldi o.a.

Um størvini

Innsavnari
Starvið sum innsavnari fevnir um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í limakommununum hjá IRF.

Tú ert likamliga væl fyri og kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur. Tað er ein fyrimunur um tú hevur stóra koyrikortið.

Vit bjóða tær eitt starv, har samanhaldið er gott, og tú fært nógva fríska luft og kemur runt ein stóran part av landinum.

Bilførari
Starvið sum bilførari er at koyra bingju- ella pressubil og at savna inn burturkast frá vinnu og kommunalu endurvinningarplássunum í stórum parti av landinum. Tú kanst eisini verða knýtt/ur at reinsitænastuni, og tá er uppgávan m.a. at tøma rottangar ella at heinta spillolju og oljudálkað vatn v.m.

Tú hevur stóra koyrikortið, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at koyra lastbil. Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur.

Endurvinningarhøllin
Í endurvinningarhøllini á Hagaleiti í Leirvík er uppgávan, saman við royndum starvsfeløgum, at skilja pappír, papp, plast, v.m., sum verður buntað og sent uttanlands til endurvinning.

Tú ert væl fyri likamliga, kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur.

Viðlíkahald
Starvið í viðlíkahaldinum er m.a. at sláa gras, mála og gera annað fyrifallandi arbeiði í økinum á Hagaleiti í Leirvík.

Setanarviðurskifti
Talan er um um tímalønt starv í tíðarskeiðnum frá umleið 1. juni til 31. august 2023. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sig okkum hvat tíðarskeið tú ert áhugað/ur at starvast í og hvørji øki tú er áhugað/ur í. Send okkum tína umsókn á starv@irf.fo í seinasta lagi 16.04.2023

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til HR-leiðaran Suffíu Høj, tlf. 234237, sh@irf.fo.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið