Almannaverkið
Útgivið
15. marts 2024
Útgongur
1. juli 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Um størvini
Starvsstaðurin er í Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum, Vágunum, Sandoy ella Suðuroy. Arbeitt verður í flestu førum í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tíðarskeiðið er frá 01.06.2024 til 31.08.2024. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur
Eindin veitir í høvuðsheitum tænastur til likamliga skerd vaksin, fólk við seinheilaskaða og demens. Talan er um sambýli, umlætting og dagtilboð og stuðul í heiminum.

Harumframt hevur eindin ábyrgd av øllum trivnaðartænastum í Suðuroy, t.e. sambýli, stuðul og dag- og umlættingartilboð á økjunum menningartarn, fjølbrek, likamligt brek, autisma og sosialpsykiatri.

Uppgávurnar eru ymiskar frá stað til stað, men felags fyri arbeiðið er, at tú hevur hug og hegni at fáast við menniskju, sum hava skerdan førleika. Talan kann vera um røktaruppgávur og ymiskar námsfrøðiligar uppgávur, har allar hava til endamáls at skapa ein góðan, gevandi og mennandi dag fyri tann einstaka.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Førleikar
Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært fólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at tann einstaki verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Møguleikan at nema góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður og ein vælvirkandi starvsfólkabólk, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 01.07.2024 kl. 23.00. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elina Danielsen, eindarleiðara, á tlf. 297400. Les meira um eindina Likamligt brek her.

Líknandi størv

Avloysarar til eindina Likamligt brek   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
19. april 2024
14. marts 2024
13. marts 2024
6. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið