Almannaverkið
Útgivið
14. marts 2024
Útgongur
1. juli 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Um størvini
Starvsstaðurin er í Streymoy, Eysturoy ella í Norðoyggjum. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tíðarskeiðið er frá 01.06.2024 til 31.08.2024. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur
Eindin Menningartarn veitir í høvuðsheitum bútilboð til vaksin við menningartarni og fjølbreki.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit veita teimum umsorgan og røkt og virða etisk fyrilit, tá vit arbeiða inni í heimi teirra. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar, og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið. Somuleiðis virka vit fyri, at búfólkini fáa eina samskipaða og samanhangandi tænastu.

Vit arbeiða eftir rógevandi námsfrøði og KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Førleikar
Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært búfólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at búfólkini verða sett í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Møguleikan at nema góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 01.07.2024 kl. 23.00. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Teit Jóannesarson, eindarleiðara, á tlf. 297410. Les meira um eindina Menningartarn her.

Líknandi størv

Avloysarar til eindina Likamligt brek   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
19. april 2024
15. marts 2024
13. marts 2024
6. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið