Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Starvsstaður
Starvið er á reinsarínum & vaskarínum á Hjalla 24, 188 Hoyvík.

Uppgávur
Uppgávurnar snúgva seg fyrst og fremst um at:

  • taka ímóti, skilja og vaska størri nøgdir av seingjarklæðum o.ø.
  • leggja klæðir saman við maskinu, og við hond, tá ið tørvur er á tí
  • hava eyguni við maskinum, sápu o.ø.
  • heinta og koyra klæðir út til viðskiftafólk onkrar dagar í vikuni
  • arbeiðstíðin er í útgangstøði mánadag til fríggjadag, frá 9:00 til 17:00, men roknast kann
    við onkrari yvirtíð

Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, kann rokna við at verða lærdur upp í starvinum. Gott er tó, um tú ert væl skipað/ur; hevur áhuga fyri maskinum, klædnatilfari, vaskievnum v.m. Somuleiðis vænta vit, at tú ert fyrikomandi og røkin.

Um Tvátt
Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið leigar út, reinsar og vaskar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Vit brúka nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamt okkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans.

Umsókn o.a.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 10. juli 2022.

Tann, ið fær starvið, verður at byrja skjótast gjørligt.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob Kollslíð, á telefon 282162.

Umsóknir skulu sendast til tvattur@tvattur.fo

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið