Vónin P/f
Útgivið
3. august 2022
Útgongur
15. august 2022
Staður
Bakkavegur 66 FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Starvið er spennandi og fjølbroytt, har tú kemur at arbeiða tætt saman við goymslu- og sølufólkunum. Tú verður lærd/ur í sølu, innkeypi, goymslustýring, logistikki osv. Arbeiðsstaðurin er á høvuðssæti okkara í Fuglafirði.

Vit ímynda okkum at tú ert:

  • Ágrýtin og álítandi
  • Hevur prógv frá miðnám
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • Ert skipað/ur og fleksibul
  • Hevur lætt við at samskifta við fólk
  • Kanst samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu.

Starvstreytir:
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna

Umsókn:
Vil tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392.

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. august og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “goymslu- og sølulærlingur”

SØK STARVIÐ

 

 

 

Um okkum:
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk. Deild okkara í Fuglafirði er høvuðssætið í samtakinum og stendur eisini fyri framleiðslu og viðlíkahald av fiskireiðskapi til uppisjóvarvinnuna og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast áleið 30 fólk.

Líknandi størv

Deildarstjóri til FK Hoyvík   Faroe Islands nýtt
24. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið