Útgivið
15. juli 2022
Útgongur
14. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur, ósmæðin og røkin ? Kemilux søkir starvsfólk, ið skal vera við til at menna handilin á Hjalla og ráðgeva kundum okkara.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um at geva kundum okkara eina góða tænastu, halda handilin ruddiligan, fylla vøru upp og taka lut í arbeiðsuppgávum, sum fylgja við.

Um teg
Tú ert tænnastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur áhuga fyri sølu. Tú arbeiðir sjálvstøðugt líka væl sum saman við øðrum. Tú hevur íborði nærlagni og trívist, har ið ferð er á. Royndir ella útbúgvin er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav.

Starvið
Vit bjóða eitt starv, har øll eru í felag um at veita kundum okkara eina góða tænastu. Tú fært ábyrgd og møguleika at seta tín dám á. Eitt arbeiðspláss í menning og útbygging, har vit allatíðina royna at gera okkum betri. Tú verður partur av einum jaligum starvsfólkahópi við góðum samanhaldi.

Ynskiligt er at starvið er 40 tímar um vikuna, tó hevur alt áhuga, um vit finna rætta viðkomandi.

Vilt tú vita meira ?

Set teg í samband við Jóhonnu Poulsen, handilsleiðara á tlf. +298 210942.

Umsóknarfreist 24. juli 2022

Um hetta hevur áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til jp@kemilux.com. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið