Roðin økistænastan
Útgivið
20. februar 2024
Útgongur
28. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Tveimum heilsurøktarum í fast starv á starvsbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri at atbeiða 3. hvørt vikuskifti.

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
    menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit bjóða tær

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
    hjá Roðanum

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

Setanarviðurskifti
Bæði størvini eru til setan 1. apríl 2024 ella skjótast tilber.
Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Randarsól Kristiansdóttir, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til randarsolk@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ” Miðstova”.

Umsóknarfreistin er 28. februar 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið