Landssjúkrahúsið
Útgivið
15. januar 2024
Útgongur
25. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum heilsurøktara at byrja 1. mars ella skjótast gjørligt. Staðseting er á B7. Talan er um eitt fyribilsstarv í eitt ár, á starvsbrøki 0,8 í blandaðum vaktum, til 28. feb 2025. Møguleiki er fyri hægri starvsbrøki.

B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Tikið verður í móti akuttum sjúklingum við apopleksi, elektivum ambulantum sjúklingum og øðrum nerurologiskum sjúkum sum m.a. Sklerosa, Parkinson, ALS og Epilepsi. Umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar. B7 hevur 10 seingjarpláss.

Arbeiðsuppgávurnar á deildini eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini. Sjúkrarøkt til akuttar apopleksisjúklingar, og at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt. Vit leggja stóran dent á tvørfakligt samstarv. Eisini vanta vit av starvsfólkunum, at tey viðvirka til ein jaligan hugburð og menning av tí tvørfakliga samstarvinum, sum dagliga er við terapeutar.

Sum heilsurøktari á B7 hevur tú ábyrgd av at halda egnu fakligu vitan dagførda, kenna leiðreglurnar á deildini og luttaka í menningararbeiði á deildini. Arbeiðsuppgávur hjá einum heilsurøktara á deildini, er t.d. grundleggjandi røkt, endurvenjing, upplæring av heilsurøktarum, hava næmingar, miðla og menna heilsurøkt og saman við sjúkrarøktarfrøðingi eygleiða og máta virðir. Eisini verður vænta av tær, sum heilsurøktara, at tú luttekur í planlegging av sjúklingagongdum, dokmenterar í Cosmic, administrerar heilivág sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur dispensera og vegleiður sjúklingum og avvarðandi í heilsurfremjandi tiltøkum.

Ein partur av arbeiðsuppgávunum er yvirflytingin í H-bygningin. Ætlandi flyta vit í H-bygningin innan leingi, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýsta starvunum.

Vit leggja dent á:

  • at tú hevur prógv sum heilsurøktari
  • at tú hevur góð samstarvsevni eisini tvørfakliga
  • at tú hevur fakligan áhuga innan neurologi og apopleksi endurvenjing
  • at tú hevur telduførleika
  • at tú hevur viljan at brúka reflektión sum lið í tínari menning
  • at tú hevur vegleiðaraskeið, er ein fyrimunur

Vit kunna bjóða:

  • innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt og gevandi samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 25.januar 2024.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið