Dagstovnurin Alvalon
Útgivið
16. april 2024
Útgongur
1. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Alvalon søkir eftir námsfrøðingum at arbeiða fulla- ella niðursetta tíð, at byrja 12. aug. 2024 ella eftir nærri avtalu. Eisini er eitt varaleiðarastarv á 30 tímar – barnsburðarfarloyvisstarv - leyst at søkja.

Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Á stovninum ganga í løtuni 96 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 13 námsfrøðingum og 20 hjálparfólkum.

Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg, tí tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist. Tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi.
  • Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
  • At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.
  • At verða partur av einari 3 ára verkætlan, sum verður kallað “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
  • Eitt stað har pedagogfundir verða raðfestir
  • Tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.

Vit vænta m.a. av tær

  • At tú hevur góð samstarvsevni
  • At tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir.
  • At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini.
  • At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til alvalon@sorvag.fo í seinasta lagi mikudagin 1. mai 2024

Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Starvssetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið