Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
8. marts 2024
Útgongur
24. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fast starv at byrja 01.05.24, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 0,8
Avloysarastarv frá 01.05.24 til 31.08.25, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 0,8.

Starvast verður í skiftandi vaktum dag, kvøld og nátt og 3. hvørt vikuskifti.

KS3, sum er blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum, veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Á deildini er eisini dagskurð og viðrakning.

Visjónin er at veita høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan. Arbeitt verður tvørfakliga við rehabiliterandi tilgongd, við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at tryggja góðar sjúklingagondir, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan, bæði til sjúklingar og avvarðandi. Í mun til doyggjandi stremba vit eftir, at tryggja umstøður til virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul.

Dentur verður lagdur á, at í øllum toymum verður veittur tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar á sjúkrahúsinum, sum eru við til at tryggja sjúklinginum eina optimala og dygdargóða sjúklingagond.

Vit bjóða:

  • eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
  • innleiðslu og upplæring við støði í fakligum førleikum og royndum
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar, við góðum sosialum samanhaldi
  • starvsfelagar, sum hava fokus á toymisarbeiði, og hava jaligan hugburð, sum ávirkar
    trivnaðin og ta góðu sjúklingagongdina.

Førleikar:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • royndir frá skurð- og medisinskari deild kann verða ein fyrimunur
  • dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • fakligan áhuga innan endurvenjing
  • opið og jaligt sinni
  • góðan telduførleika.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran, Ingrid Petersen tlf. 265935, ella teldupost: ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 24.03.2024

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið