Búnaðarstovan
Útgivið
21. marts 2024
Útgongur
12. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at brúka og menna tínar sjúkrarøktarfakligu førleikar? So er møguleikin her! Í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi búgva 14 fólk, sum hava tørv á dugnaligum røktarstarvsfólkum, sum eru áhugað í og hava evni til at skipa ein góðan og tryggan karm um gerandisdagin.

Vit sóknast eftir
Í samlaða starvsfólkahópinum tørvar okkum sjúkrarøktarfakligar førleikar, og tí sóknast vit eftir einum sjúkrarøktafrøðingi og einum heilsurøktara. Starvsbrotið verður eftir avtalu við teg. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast autorisatión og útbúgving sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri størvini, men er ikki eitt krav. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú leggur orku í at tryggja eitt gott samskifti við starvsfólk og avvarðandi, eins og í samstarvið tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir innihaldsríkar dagar í einum heimligum umhvørvi.

Eisini bjóða vit tær góða innleiðslu og eitt gott arbeiðsumhvørvið saman við dugnaligu starvsfólkunum í Uppistovu. Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan økir, ið eru viðkomandi fyri starvið.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, eins og millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Alisu Joensen, deildarleiðara, á tel. 793430 ella við
telduposti til alisaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er 12. apríl 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið