Landsverk
Útgivið
2. november 2023
Útgongur
20. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til okkara tøkniliga viðlíkahaldstoymið, søkja vit eftir dugnaligum og álítandi teknikara, at byrja skjótast tilber.

Arbeiðsuppgávur
- Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- viðlíkahald av tøkniligari ogn hjá stovninum, herundir veðurstøðum, ferðsluteljarum, ferðgáum, kameraskipan, aldumátarar og mangt annað
- eftirlit við vitum og ráðgeving í hesum sambandi
- aðrar fyrifallandi uppgávur hjá stovninum, har økið dekkar alt landið

Tínar uppgávur koma at hava ávirkan á okkara dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum. Tú far eitt arbeiðspláss, sum gevur rúm fyri førleikamenning og upplæring innan økið. Talan er um eitt toymi, sum er í støðugari menning og við nógvum fjølbroyttum og mennandi uppgávum.

Førleikakrøv
Tú hevur tøkniliga útbúgving, so sum elektrikari ella montørur og hevur gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó er tað ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir og hondhevjar galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.

Setanarviðurskiftir
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Kollafirði, tó fevnir arbeiðsøkið um alt landið.

Umsóknir
Prógv og lív sgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum, við at trýsta á ljósa bláa knøttin omanfyri og vera okkum í hendi í seinasta lagið 20. november 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðari fyri smiðjurnar, tel. 290 725 ella umvegis teldupost: alma@lv.fo.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið