KJ Hydraulik
Útgivið
17. november 2023
Útgongur
28. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

KJ sóknast eftir einum dugnaligum elektrikara ella handverkara til fjølbroytt arbeiði.

UM STARVIÐ
Arbeiðið fevnir um innkoyring, feilfinning og viðlíkahald av spølum, kranum og pumpuskipanum v.m. Eisini kemur tú at arbeiða nógv við radiostýringum og kalibrering.

FØRLEIKAR
KJ væntar, at tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir innan økið.

Vit vænta eisini, at tú:
• Vísir áhuga og hegni at veita kundum okkara bestu tænastuna
• Hevur góð evnir at samstarva
• Vísir dygdir at avgreiða arbeið til ásettu tíð
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur holla vitan innan tøkni
• Hevur koyrikort til persónbil

KJ BJÓÐAR
Á verkstaðnum hjá KJ eru góðar arbeiðsumstøður og góður møguleiki er fyri eftirútbúgving og vitnarmenning. Tú fært eisini møguleika at vitja kundar kring alt landið og loysa uppgávur á staðnum.

STARVSETAN OG LØN
Starvsstaðið er á smiðjuni hjá KJ á Kambsdal. Løn og treytir verða avtalað millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara.

UMSÓKNIR
Umsóknarfreistin er 01. desember, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknir og møgulig prógv, lívrensl og annað skal sendast umvegis frymilin á heimasíðuni ella til starv@kj.fo.

Vilt tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við tekniska leiðaran, Birgir Samuelsen á tel. 588856.

___

STUTT UM KJ
KJ er ein fyritøka, sum varð stovnað í 1978. Fyritøkan er rótfest í Føroyum við deildum á Kambsdali og í Tórshavn, umframt eina innkeypsdeild í Danmark. KJ veitir vørur og tænastur til alivinnuna, fiskivinnuna og aðrar vinnur á landi, s.s. flutningsvinnuna og byggivinnuna. KJ hevur fleiri kundar uttanlands, eitt nú í Noregi, Skotlandi, Hetlandi og Íslandi

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið