Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
8. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt tíðaravmarkað námslektarastarv í enskum máli á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. august 2024 til 30. juni 2025. Uppgávan at undirvísa í enskum máli telur 80% av fullum starvi, men kann gerast fulltíðarstarv við at átaka sær ávísar aðrar uppgávur.

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

Starvsøki
Starvið fevnir um at undirvísa í linjugreinini enskum á læraraútbúgvingini. Harumframt verður roknað við luttøku í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya, umframt netverkum og verkætlanum.

Førleikar
Starvið verður sett sambært Reglugerð um størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her.

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari er í undirvísingarstarvi og hevur vanliga ikki granskingarskyldu.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella masterútbúgving í viðkomandi fakøki.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Umsøkjarar, ið hava undirvísingarroyndir á universitetsstigi og/ella innlit í og áhuga fyri undirvísing í føroyska fólkaskúlanum, hava ein fyrimun.

Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

Løn og setanartreytir
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er 8. apríl 2024. Søkt verður um starvið við at fylla út hetta oyðublaðið og hefta viðkomandi skjøl við.

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Fridu Poulsen, tlf. 299417, teldupostur fridap@setur.fo, útbúgvingarleiðara, ella Erlu Olsen, teldupostur erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Líknandi størv

Starvsfólk 62°N Bilaleigu   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
Dugnaligur KT-ráðgevi   Faroe Islands nýtt
18. april 2024
Fólkaheilsufrøðingur   Faroe Islands nýtt
16. april 2024
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið