Tjóðsavnið
Útgivið
21. marts 2024
Útgongur
12. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir fyrikomandi, álítandi og ágrýtnum savnsvaktum at veita eina góða móttøku og tænastu til summargestir okkara á Tjóðsavninum, umframt at hava eftirlit við framsýningum okkara.

Tú kemur at leggja lunnar undir ta góðu upplivingina og verður partur av einum toymi, ið saman skapar tryggar karmar fyri vitjanina hjá gestum okkara.

Savnsvaktin er tann fyrsta, ið gestir okkara hitta á søvnum okkara, so tað hevur alstóran týdning, at tú brennur fyri at veita eina góða kundatænastu.

Arbeiðsøkið er:
Framsýningin í Brekkutúni
Hoyvíksgarður
Hvalastøðin við Áir

Krøv til útbúgving og førleikar

Høvuðsuppgávur

  • Móttøka av gestum savnsins, leiðbeining og kunning
  • Søla av atgongumerkjum og søla av vørum í savnsbúðini
  • Eftirlit og trygd í framsýningunum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú ert

  • Tænastusinnað/ur og sært virði í at hjálpa øllum gestum okkara á besta hátt
  • Hevur ein natúrligan myndugleika yvir tær og dirvi til at taka ábyrgd
  • Hevur royndir við handli og kundatænastu
  • Hevur góðan røkjuskap, álítandi og fleksibul
  • Hevur koyrikort
  • Kann samskifta á fleiri málum
  • Kann arbeiða á øllum søvnunum á Tjóðsavninum
  • Kann arbeiða frá 1/5 til og við 30/9

Ágóðar við starvinum

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi
  • Góða upplæring
  • Eitt gott toymi, har dentur verður lagdur á trivnað
  • Skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Eitt arbeiðspláss har tú kemur í samband við fólk úr øllum heiminum

 

Arbeiðstíðin
Framsýningarnar hjá Tjóðsavninum hava opið hvønn dag millum kl. 10 - 17 frá mai - september. Savnsvaktirnar arbeiða eftir einum skiftandi skema. Tað er týdningarmikið, at tann, ið settur verður kann traðka til, tá tørvur er á tí.

Arbeiðstíðin er sett til 20 - 25 tímar um vikuna við møguleika fyri fleiri tímum.

Setanarviðurskifti
Talan er um tíðaravmarkað starv, sum verður at seta eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Samband og umsóknir
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tjóðsavnið, Rannvá Winkler, savnvørð, á tlf. 790575

søk starvi her

Líknandi størv

16. marts 2024
15. marts 2024
14. marts 2024
7. marts 2024
7. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið